Friðarvikan

Skal bryggja kaffi í morgun og velji mær “peacemaker” kaffi frá My Half the Sky caféini, sum eg vitjaði í Wheaton í heyst. Tey selja gott kaffi, lætt til matna og fairtrade gávulutir. So hetta er fínt ein kaldan desembermorgun.

2. Sunnudag í advent tendraðu vit annað ljósið í kransinum, friðarljósið.

“Sæl eru tey, sum fáa frið í lag; tí tey skulu kallast Guds børn.” Matt 5,9

Hevur tú trupult við at finna frið heima? Ella er tað kanska stúran, sum stjelur friðin í tínum sinni? Hvussu skal hesin mánin hanga saman fíggjarlig? Hvussu fái eg øll børnini at kenna seg væl, virðismett og elskað? 

Friður er ikki bara stilli. Friður er heldur ikki bara frávera av kríggi og konfliktum. Friðurin er nógv størri og hevur nógv størri ávirkan enn so. 

Hetta videoið Friður er næsta videoið í adventsrøðini hjá Bible Project og lýsir væl bíbilska hugtakið - frið.

Tað øvugta av friði er ófriður, á griskum merimna. Merimna hevur uppruna í orðinum stykkir.

Ófriður og angist kemur, tá uppmerksemi verður býtt sundur. Býtt uppmerksemi gevur ófrið.

Eg var klár at leggja ársins jólatiltak á netið. Uttandura SDG-jól við øllum góðum, tá tíðindafundur varð lýstur hósdag…

Nååå, har fór uppmerksemi, í túsund ættir…

Og harvið henda merkiliga magakenslan, aftur, ófriður, óró.


Tað eru so nógv, sum leita eftir friði. Hesum djúpa innara friðinum. Fólk enn í dag leita í spákúlum, skeiðum og kortum eftir friði. Í pakkum, hørðum sum bleytum. 

Eg hugsi um vísu menninar, teir vóru satt at siga meir nakrir spámenn ella líknandi, sum komu úr eysturlondum, við einum heilt øðrum átrúnaði. Men hví kalla vit teir vísar? Eg veit ikki 100%. Men eg veit, at í teirra leitan, leitaðu teir á rætta stað, og teir funnu til hann, sum kann geva frið. Teir bóru honum gávur, men størsta gávan var hann sjálvur!

Friðin, fullkomna upprættan í forholdinum við Gud, sum vit menniskju mistu við eitt træ, hann finna vit bara við eitt annað træ!

Krossins træ!

Um vit hugsavna okkum um tað, so gevur tað ein innara frið.

Hugsavna teg um Kristus!

“Tí at hann er friður okkara, hann sum sameindi báðar partar til eitt og breyt niður millumgarðin, sum gjørdi skilnað, fíggindskapin, tá ið hann í holdi sínum tók av lógina við boðorðum og skipanum, til tess at hann í sær kundi skapa teir báðar til eina nýggja menniskju, við tað at hann íbirti frið,”

‭‭Ef‬ ‭2,14-15‬ ‭

Og nú hevur tíðindafundurin so aftur ruddað alt, sum var fyrireikað av vegnum!

Enn einaferð!

Men vegurin fram tykist sólarklárur. Eg havi tikið eina avgerð: mín friður verður ikki stolin hesi jólini. Um tað so verður uttan nakað jólatiltak yvirhøvur.


“Tað er ikki bundið at umstøðum, 

armanna styrki ella rødd. 

Tað er ikki bundið at kenslunum, 

eg avgjørt havi, at eg vil gleðast í tær!”

Jólafriður er ikki frávera av trupulleikum, men at Jesus er komin nær!

“Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!”

‭‭Jóh‬ ‭14,27