Bønarevni

Vit uppliva aftur og aftur, at Guds kraft virkar ígjøgnum bøn. Vit uppliva, at Jesus møtir fólki í teimum umstøðum, sum tey eru í. Tey verða grødd, fáa endarnar at røkka saman ella uppliva nýggjar upplatnar hurðar og nógv annað.

Ynskir tú, at vit skulu biðja fyri tær ella onkrum av tínum, so ert tú vælkomin at senda okkum eitt bønarevni. Øll bønarevni eru í trúnaði. Um tú ynskir, at vit skulu vita, hvør tú ert, so mást tú skriva navn undir.


Mín samkoma

Um Soli Deo Gloria er títt andaliga heim, tín samkoma, lat okkum so vita tað, so at vit kunnu taka okkum av hvør øðrum á best møguliga hátt.


Kom í heimabólk

Tað er gott at koma saman sunnudag, men har eru nógv fólk, og tað kann viðhvørt vera trupult at finna útav, hvønn man skal tosa við, tí tíðin avmarkar eisini, hvussu leingi man kann práta. Tí fara vit seinni í ár at byrja heimabólkar, har vit kunnu hittast í smærri samanhangum, læra hvønn annan at kenna og læra av hvørjum øðrum. Hav eygu og oyru opin, so tú kemur við í ein bólk, tá ið teir byrja.


Tæn

Um tú kundi hugsað tær, at tænt samkomuni við einum ella øðrum, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við leiðararnar á tlf 456514 ella teldupost: post@sdg.fo


Prát við leiðarar

Um tú ynskir prát við leiðararnar, so kanst tú seta teg í samband við tey á 456514 ella post@sdg.fo