Bøn

Vit uppliva aftur og aftur, at Guds kraft virkar ígjøgnum bøn. Vit uppliva, at Jesus møtir fólki í teimum umstøðum, sum tey eru í. Tey verða grødd, fáa endarnar at røkka saman ella uppliva nýggjar upplatnar hurðar og nógv annað. Bønarmøti er sunnudag kl.17.

Ynskir tú, at vit skulu biðja fyri tær ella onkrum av tínum, so ert tú vælkomin at senda okkum eitt bønarevni. So biðja vit fyri tí í tríggjar vikur, um vit ikki frætta aftur frá tær. Øll bønarevni eru í trúnaði. Um tú ynskir, at vit skulu vita, hvør tú ert, so mást tú skriva navn undir.

Vit frætta eisini fegin frá tær, um tíni bønarsvar, so vit kunnu vera við til at takka Gudi fyri tey.

 

Send okkum bønarevni

Bøn broytir alt!

Sig okkum, hvussu vit kunnu biðja fyri tær hesa vikuna