Leiga hølið

Á ovastu hædd, oman móti Vágni hava vit ein matsal, sum er væl egnaður til veitslur, fyrilestrar o.a.

Matsalurin hevur atgongd til køkin, við øllum hentleikum: industriovni, industriuppvaskimaskinu, kókara o.ø.

Í salinum standa borð uppi til 100 fólk, men til ávís høvi kann sjálvtøkuborðið flytast út í gongina, og so er pláss hjá 132 fólkum at sita í matsalinum.

Salurin hevur ljóðanlegg, uppvørpu og alt steintoy.

Kostnaðurin fyri leigu er: 2.000kr

Tá hava tit atgongd til matsalin, køkin, gongina og wcini.

GG! Matsalurin verður ikki leigaður út sunnudag og hóskvøld.