Børn á Soli deo Gloria

Tað hevur týdning, at tú og tíni børn kunnu trívast á Soli Deo Gloria. Tí royna vit allatíðina at gera tað betur fyri børn og barnafamiljur at koma á Soli Deo Gloria.

Í gongini er eitt WC úti við trappuna, sum hevur skiftiborð. Har eru foreldur vælkomin at skifta børnunum. Í køkinum er ein kókari, um tit hava tørv á tí. Spyr bara tann, sum er í køkinum, um tú kanst fáa kókað vatn. Og har er sjálvandi eisini kalt vatn at fáa.

Soli Deo Gloria hevur eitt smábarnarúm, har foreldur kunnu sita við smáum børnum og fáa møtið við. Í smábarnarúminum ber til at hoyra og síggja, hvat hendir á møtinum.

_RAC5051.jpg

Undir taluni fara SDG - børn frá uml. 2 ára aldri í barnasalin á miðhæddini. Tá fáa børnini eitt orð um Jesus, sleppa at spæla ella tekna, og onkuntíð fáa tey eisini ein bita ella frukt.

Avvarðandi hjá SDG-børnum.png

Her er ein stutt kunning til foreldur og avvarðandi, sum eisini er at finna í pappírsformi í gongini á Soli Deo Gloria.

Um tit hava spurningar viðvíkjandi børnunum, so kunnu tit altíð venda tykkum til samkomuleiðararnar ella til tey, sum virka í tænastuni fyri SDG – børn.