Um tú ert nýggjur her, vælkomin! 

Vit liva vanlig lív, sum flest onnur. Vit koma saman regluliga, tí vit elska Jesus, hvønnannan og okkara bý og land. 

Her kanst tú lesa stutt um visjónina, missiónina og kjarnuvirðini hjá samkomuni.

Visjónin:

● Vit ynskja, at tú skal kenna teg væl her.

● Vit ynskja, at øll koma at kenna Jesus, sum gevur framtíð og vón.

● Vit ynskja at geva víðari tað, sum vit hava fingið.


Missiónin:

Grundarlagið undir øllum arbeiðinum er Jesus Kristus. Vit kunnu lýsa arbeiðið á Soli Deo Gloria í myndatalu sum eitt borð.

Arbeiðið er bygt upp av trimum “beinum”, sum eru lovsangur og tilbiðjan, felagsskapur og missión. Á beinunum hvílir “borðplátan”, sum er samkoman.


Vit, sum ganga á Soli Deo Gloria eru øll ymisk, men tað eru nøkur kjarnuvirðir, sum vit sum samkoma ynskja at halda fast í.
— Leiðslan

KJARNUVIRÐIR:

  • At gera lærusveinar: Vit eiga øll at gera lærusveinar. (Matt. 28,18-20)

  • Guds nærvera: Guds nærvera er ein natúrligur partur í felagsskapinum. (2. Krýn. 7,10. Sálm. 84,11)

  • Byggja brýr: Vit vilja byggja brýr til onnur, ung sum eldri, í og uttanfyri samkomuna. Eisini til aðrar samkomur. (Jóh. 17,20-21)

  • Gávumenning: Øll hava fingið gávur at nýta øðrum at gagni. (Róm. 12,5-6)

  •  At finna gullið: Vit vilja síggja virði í hvør øðrum. (Róm. 12,10 og 2. Kor. 5,16)

  •  Vera viðkomandi: Vit vilja geva Jesus til nútíðina. (Jóh. 15,19 og Jóh. 17,11)

  • Grøðing: Vit trúgva at Gud grøðir. (Mark 16,18)