SDG - bólkar

 
 
_RAC4040.jpg

KOM Í HEIMABÓLK

Tað er gott at koma saman sunnudag, men har eru nógv fólk, og tað kann viðhvørt vera trupult at finna útav, hvønn man skal tosa við, tí tíðin avmarkar eisini, hvussu leingi man kann práta. Tí hava vit byrjað heimabólkar, har vit kunnu hittast í smærri samanhangum, læra hvønn annan betur at kenna og læra av hvørjum øðrum.
Í bólkinum er ein drekkamuður, vit tosa um eina talu og Guds orð, og so biðja vit saman. Í familjubólkinum, sum er fyri smábarnafamiljur, møtast vit á Soli Deo Gloria til døgurða, og síðan verða børnini passað, meðan foreldrini práta og biðja saman. Vit hava eisini ein online bólk, har fólk, sum er stødd aðrastaðni enn í Norðoyggjum ella her í nánd, kunnu møtast.

SDG- bólkarnir møtast ávísan dag 3. hvørja viku í vetrarhálvuni. Og fram til nýggjárs hittast vit hesar vikurnar: viku 36, 39, 42, 45 og 48.



Um tú ikki ert í einum SDG-bólki, men kundi hugsað tær at møtst í einum bólki, so melda til her á síðuni, og tú frættir aftur.


Ofta spurdir spurningar um SDG-bólkarnar

Hvussu nógva vera í hvørjum bólki? Tað er alt eftir, hvussu nógv fólk vilja vera við sjálvandi, men vit miðja móti eini 10.

Hvar møtast vit? Flestu bólkarnir møtast heima hjá vertunum, men tit í bólkinum kunnu eisini verða samd um annað stað.

Hvørjar vikur møtast bólkarnir? Fram til jóla 2021 møtast bólkarnir í viku 37, 40, 43, 46 og 49.

Nær møtast bólkarnir? Tá ið øll hava teknað seg, so verða bólkarnir lýstir og nær teir eru. Hesi bæði verða parað so væl sum gjørligt. Familjubólkurin kemur nokk at møtast kl.17:30-19:30.

Hvussu fyrireika vit okkum til bólk? Fyri at kunna vera við í prátinum má man hava hoyrt taluna tosað verður um. Spurningar og bíbliubrot at tosa um út frá taluni verða lagdir út á heimasíðuna, so at lesa og hugsa um teir er eisini partur av fyrireikingini.

Hvat um eg ikki var á møti? Talurnar, tosað verður um, vera tøkar á heimasíðuni sdg.fo