Vónarvikan

  1. sunnudagur í advent hevur verið - og vit hava tendrað vónarljósið.

Og eg hugsi um orðið vón. So stórt, so ríkt, og kann tó vera so lítið.

Hevur tú nakrantíð prøvað at sent eitt elastikk? Tú spennir og spennir, og beint áðrenn tú skjýtur tað avstað, so ivast tú ikki í, at nú slitnar tað! Akkurát hendan myndin lýsir væl vónina.

Eg havi sett meg til rættis at arbeiða við síðstu uppgávuni. Vóni hon kann vera liðug í kvøld, tá ið eg skal út til ársins fyrsta jólafrkost, sjálvan 1. des. Kundi tað verið meir fullkomið. Taki ein steðg.

Vón. Trúboðin hevði givið hetta sera góða videoklippið út í samstarvi við Bible Project. Fantastiskt!

Síggj videoklippið um vón, sum Trúboðin hevur givið út í samstarvi við Bible Project.

Kanska vónar tú hesa adventina, at tað kemur vend í tína sjúkrasøgu? Kanska vónar tú, at hetta eru seinastu jólini sum stakur? Ella vónar tú, at barnið við atferðartrupulleikum fær ein lætta? Upplivir tú, at elastikkið spennist?

Tað er eins og kvinnan, sum gongur við barninum sum verður “spent”, har veksur nakað í henni. Hon vónar! 

Seinnapartin siti eg við stokkunum. Eg vóni ikki hendan troyggjan verður jólatrøll, nú tað eg vónaði aftur bleiv forstýrað. Uppgávan bleiv ikki liðug. Hesa ferð var tað ikki korona, sum forstýraði arbeiðsdagin, sum tað hevur gjørt seinasta mánan fyri ikki at siga meir enn 1 og 1/2 ár. Men hesa ferð var tað ein túrur á skaðastovuna við soninum.


Tað var líka við, at elastikkið slitnaði. Lítla vónin um at gera uppgávuna lidna brast. Men tann stóra vónin ber. Elastikkið er blivið nokkso toygt hesi seinastu koronaárini. Og sum eg siti í lenistólinum og taki stokkarnar uppaftur, lati eg tankarnar reika… “Tú ert mín vón!”

Kanska vónaði tú á rættvísi, sum vinir og samfelagið í hesum heimi ikki megna at geva?

“Sæl eru tey, ið hungra og tysta eftir rættvísi, tí at tey skulu verða mettað.”‭‭ Matt‬ ‭5:6‬ ‭

Um so tann lítla vónin brestur. Um so tú ikki komst á mál. Um tú misti ella saknar, so ber tann stóra vónin! Hon ber gjøgnum alt! Hon svitast ikki!


Tú ert mín vón

Mín framtíð so bjørt!

Harri, tú hoyrdi meg, tá náttin var svørt! 

Álit á teg

hvørt einasta stig.

Tað er tað hjarta, eg vil elska teg við!