Gleðisvikan

Hvat ger man, tá jólini ikki eru ella vera, sum tey plaga? Planirnir verða broyttir.

Sunnudagin tendraðu vit 3. ljósið, gleðisljósið. Og tað hóskaði so væl, at KVF sendi jólakonsertina Í menniskjum góður tokki hetta kvøldið. Ein máti at spreiða jólagleðina.

Vit hugsa kanska, at tað er nemt hjá hinum at tendra gleðisljósið, tí har er alt “lutter og idyl”. Men visti tú, at adventskransurin nemliga bleiv útbreidd jólatraditión undir krígnum? Har nógv óvissa, mangul, sorg og ófriður valdaðu? Tá minti adventskransurin á vónina, friðin, gleðina osfr.

Og vit kunnu spyrja okkum sjálvi? Havi eg nakað at gleðast um?

Hvussu gleðist eg, tá ið sorgin er so verulig og kemur so tætt uppá? Ber tað til? Hvussu ber tað til, at jól gera allar kenslur sterkari, ikki bara tær góðu?

Eg haldi innslagið hjá Rikku um Habbakukk var so gott! Um tú ikki hevur sæð tað, so sæst tað her.

https://m.youtube.com/watch?v=ylCFOpm7hcg

Tí Habakkuk livdi veruliga í eini truplari tíð. Í útlegd. Tá hann hugdi út frá vakttorninum, so var nógv keðiligt at síggja. Hann sá óskilið í landinum! Hann longdist eftir at Gud ein dag fór at gera upp við allan óndskap, og Ísrael aftur slapp heim til Jerusalem at búgva.

Gud segði, at einaferð fer tað at henda. Hábakkuk skrivaði sjónina niður. Hann byrjaði at síggja tingini øðrvísi. Soleiðis at bókin hjá Habakkuk endar faktisk við einum sangi.

Tað kundi verið “Even when I can’t see it, you are working. You never stop, you never stop working!” Ella “Tann dag eg óttist, eg líti á teg.” Men tað er tað ikki 😉

Tað er kapitull 3, sum endar so flott og staðfestandi!  Mitt í allari sorgini Habakkuk stóð í, syngur hann:

“Tí at fikutræið blómar ikki, og víntræið gevur ongan ávøkst, oljugróðurin svitast, og akurlendið gevur onga føðslu, seyðurin er rændur úr støðunum, og neyt eru eingi eftir í fjósunum. Men eg vil gleðast í Harranum og fegnast í Guði frelsu mínar. Drottin, Harrin, er mín styrki; hann ger føtur mínar sum hindanna og letur meg ganga yvir hæddirnar og hevja song við streingjaleiki.”

‭‭Háb‬ ‭3,17-19‬ ‭

So var tað kanska ikki so býtt, at eg tann eina morgunin, eg ikki orkaði í sving, tendraði góða jólatónleik og fór í sving. Tónleikur ger nakað! Sangur ger nakað!

Kanska vit kundu lært av Habakkuk, hóast umstøðurnar, sjálvt um tú ikki hevur alt ella tingini ikki eru sum ætlað, so kunnu vit syngja, tí Harrin er tín styrki! Og tí hann er tann, sum hann er, so kunnu vit syngja:

“Tað er ikki bundið at umstøðum,

Armanna styrki ella rødd.

Tað er ikki bundið at kenslunum.

Eg avgjørt havi at, eg vil gleðast í tær!”

Og hvør veit, kanska tit kunnu byrja eina nýggja jólatraditión heima hjá tykkum 😊

Trúboðin hevði eisini eitt video um gleði: https://youtu.be/WoDwDnP5u-s