Kærleiksvikan

So er kærleiksvikan her, vikan, tá ið vit minnast,  Gud sjálvur valdi at gerast menniskja. Alt av kærleika…


Trúboðin saman við Bible Project hava givið eitt video út um bíbilska hugtakið kærleika. Sí tað her:

Gud er ikki fjarur, hann er ikki langt burtur ella ein andi, sum sveimarg onkrastaðni lagt yvir mannastøði, men hann bleiv føddur sum menniskja. Líkasum vit øll onnur, mátti hann føðast, matast, skiftast, vaskast. Hann var partur av eini familju, hevði vinir, lærdi og klrdi frá sær. Sansaði og upplivdi.

Hetta undrið er stórt. Hetta er kærleiki. Gud gjørdist ein av okkum!

“Tí at vit hava ikki ein høvuðsprest, sum ikki kann hava várkunn við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður á allan hátt líka við okkum, tó uttan synd.” Hebr.‬ ‭4,15

Gud bleiv ikki bara menniskja, men var menniskja á ein fullkomnan hátt! 

Jesus takk, tú kom niður her!

Jesus takk, tú gleði mær ber!

Jesus takk, tú vinur mín er, tí halda jól eg aftur kann!