Ytru múrarnir

Í Gamla Testamenti verða ytru múrarnir um Jerusalem bygdir fyri st skapa tryggleika. Teir gera, at fólkið kann byggja templið og síni egnu hús. Teir tryggja gerandislívið í býnum.

Gongdin í dagsins samfelag við verðsliggerð hevur gjørt, at ytru múrarnir, sum í fluttum týdningi eru lógir, traditiónir, og virðir, sum vardu kirkjuna, eru burtur.

Tað ger tað truplari at byggja Guds ríki, tað ger tað truplari at byggja samkomu. Tí samfelagið stuðlar líkasum ikki hesi avgerðini longur. Eitt banalt dømi: samfelagið vil heldur hava fólk at brúka pengar til undirhald og annað ein sunnudag til dømis, enn at leggja upp til, at tú skalt halga dagin til Gud.

Tað sama ger seg galdandi á øðrum økjum.

Men ber so til at vera kirkja uttan hesar ytru múrarnar? Ja! Sjálvandi! Tey fyrstu kristnu høvdu onga stjórn ella lógarverk at verja seg. Men tey fylgdu vegnum og bygdu samkomu.

Hvat var tað so, sum helt tey á vegnum?

Eg trúgvi tað var endurnýggjanin av sinni teirra. Tey vóru umvend, tey vóru komin inn á vegin, men tað var ikki eitt eingangsupplivilsi fyri tey, men ein lívsbroytandi tilgongd. (Róm 12,1-2)

Jødar, grikkar, rómverjar, høg og lág, rík og fátæk, kvinnur og menn, trælir og fræls skuldu øll til at læra eina nýggja tankagond, sum hoyrdi til Guds ríki.

Við samfelag, læru, bøn og breyðbróting vórðu hesi óansæð status ald upp av nýggjum. Tey fingu endurnýggjað sinni, so tey blivu góðir borgarar í hesum, fyri tey nýggja ríki.

Og hetta var tað, sum skapti ytra múrin fyri fyrstu samkomuna í Nýggja Testamenti. At við endurnýggjan av sinninum, umbroytti Heilagi andin teirra innara menniskja, soleiðis, at samkoman kundi verða uppbygd og vaksa, og soleiðis vera við til at byggja Guds ríki út í heim.

Soleiðis blivu Jesus lærusveinar tey, sum vendu heiminum upp og niður! (Áps 17,6)

Og hesir ytru múrar blivu førdir út í lívið, so teir gagnaðu øll menniskjum.

Tað bleiv ein dygd at taka sær av fátækum og sjúkum. Yvirvøld bleiv vird. Hond bleiv tikin um einkjur og faðirleys. Skúlar vórðu settir á stovn. Sjúkrahús vórðu sett á stovn. Rættartrygdin kom til øll fólk. Rík góvu sínar ognir út.

Soleiðis varð tað, sum byrjaði sum endurnýggjan av sinninum hjá Jesu eftirfylgjarum til ein umbroyting fyri alt samfelagið í lítlaasia og Evropa og seinni longur úti í heimi eisini. Og tað bygdi upp verjugarðar í okkara samfelag.

Tað kundi verið líkt til, at hesir somu verjugarðar ella ytru múrar nú eru undir álopi ella eru brotnir í støðum.

Og vit, samkoman, kundu verið freistað til at fokusera upp á at byggja múrarnar upp aftur í samfelagnum gjøgnum lógir, krøv, átøk og annað. Men latið okkum sum Jesu eftirfylgjarar vera upptikin av, at endurnýggja okkara sinni, áðrenn vit byggja út í samfelagið. Hvørt ættarlið hevur tørv á, at hesir ytru múrarnir, sum koma við endurnýggjan av sinninum verða persónligur partur av einum. Um vit sum Guds fólk hava hesar ytru múrarnar, er nógv lættari hjá okkum at byggja Guds ríki bæði heima og úti í heimi.

Tá ið vit sum samkoma endurnýggja okkara sinni, ættarlið eftir ættarlið, so hava vit veruliga nakað at bjóða og bera út til ein heim, sum hevur tørv á endurnýggjan, upprættan, vernd og verju.