Bloggur

Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu fólk hava upplivað og merkt seinastu tíðina. Í Føroyum hevur støðan verið munandi betur enn í nógvum øðrum londum, sum enn stríðast við økjandi smittutøl. Men tá ið ein slík støða uppstendur, so kemst ikki undan, at sumi uppliva ótta ella angist. Onnur uppliva eitt frírúm, og at alt steðgar upp, og uppaftur onnur uppliva eitt økt arbeiðstrýst við nýggjum mannagongdum.

SDG-ung lesa komandi fimm vikurnar Jákupsbrævið. Og júst Jákupsbrævið hevur ein sera áhugaverdan inngang hesum viðvíkjandi. Jákup heilsar jødunum, sum eru spjaddir runt í øðrum londum, og so sigur hann: “Góðu systkin. Tá ið tit hava trupulleikar og roynslur, so skulu tit bara gleðast um tað. Tí at tit vita, at tá ið trúgvin verður roynd, verða tit sterkari og meira úthaldandi í trúnni. Og eru tit meir úthaldandi, vilja tit vaksa til búgvin og roynd kristin menniskju.” Ják 1,2-4 (NS)

Eg veit ikki, hvussu tit høvdu tað undir Korona-avmarkingunum, men av tí at vit høvdu so nógva sjúku, sum ikki var knýtt at Korona, og eg hevði stórar uppgávur í samband við skúlan og onnur viðurskifti, so bleiv tað, sum eg helt vera byrjanin upp á eina feriu og hugnatíð saman við familjuni ein nokkso stongd tíð.

Og eg má siga sum er, eg veit ikki, um eg dugdi at gleðast. Eg hevði álit á Gud, at hann fór at leiða okkum ígjøgnum hetta, men gleðast 100% veit eg ikki. Tað er kanska an upp á, hvat man skilir við at gleðast. Vit valdu at vera tolin og glað, men samstundis róptu vit út til Gud, at hann mátti hjálpa okkum.

Pætur skrivar nakað í sínum seinna brævi, sum hongur væl saman við hesum:
“Vakið! Tí at mótstøðumaðurin, Djevulin, gongur runt sum ein ýlandi leyva og leitar eftir tí, sum hann kann gloypa. Standið ímóti honum, føst í trúnni, tí at tit vita, at somu pínslur, sum vit møta, eru kristin um allan heimin útsett fyri. 1. Pæt 5,8-9 (NS)

Tað, sum vit hava møtt kann reint fysiskt ikki samanberast við tað, sumforfylgd kristin uppliva. Men ert tú kristin, so kanst tú rokna við, at tað verður mótgongd til tíðir. Sjálvt um hendan mótgongd ikki altíð er fysisk, so er hon har, um tað er í sálini, tímiliga ella í nærsambondum.

Men í øllum hesum, so eggjar Jákup okkum, at vit skulu gleðast um royndir, tí tær búna okkum sum kristin menniskju.

-Hallgerð Akurstein