Hvørji eru okkara hetjur?

Í 1997 innanfyri 1 viku doyðu tvær heimskendar kvinnur. Tvær kvinnur, sum fingu eitt for stutt lív, tvær kvinnur, sum vóru eyðkendar av at hava eitt hjartalag, sum var vent til onnur.


Onnur var Diana prinsessa, sum í síni støðu sum prinsessa í Bretlandi, vardi varðveitti hjarta bleytt. Hon stóð upp fyri tey veiku, hon gjørdu nógv fyri hjálparfelagskapir og varpaði ljós á børnini, sum ofta eru taparar í øllum stríðum og kríggjum.

Hin konan var móðir Teresa. Móðir teresa var nunna í Kalkutta, har hon tænti teimum fátækastu og minst avhildnu indarunum.

Hesar kvinnurnar hugtaka okkum! Hóast vit eru væl vitandi um, at tær ikki vóru fullkomnar. At tær høvdu sínar feilir og avmarkingar, so lótu tær ikki hetta halda sær aftur, men valdu at leggja sjálvsøkni til síðis og tæna sínum næsta.

Tað eru hetjur. Tað eru fólk, vit kunnu lata okkum inspirera av. Tey, sum vilja leggja sítt egna til síðis. Størsta dømi um tað er Jesus sjálvur. Hann legði alt til síðis fyri at vinna okkum.

Men tá ið vit hyggja at hetjum og eru hugtikin av teimum, hvat talar so til tín? Tá ið vit hyggja at Dianu og móðir Teresu: hvat er so munurin á teimum?

Tað er helst nógvir munir, men tann, sum talar mest til mín er: bara ein kvinna í øllum heiminum kundi vera prisessan í Englandi, bert ein kundi hava hennara støðu. Men øll kundu verið móðir Teresa! 

Gud hjálpi okkum at velja sjálvsøkni frá og tæna okkara næsta.