Føsta og bøn 2021 - relevant fyri meg?

Aftur í ár vilja vit bjóða samkomuni at vera við í eini februar-føstu. Vit hava sett viku 5 og 6 av til hetta. Fokus hesar dagarnar er føsta og bøn. Faldarar um bønarevnir og skiftbrot eru á SDG.

Omanfyri koma nakrar notur frá eini undirvísing, sum var á SDG í 2018, har hugt var at føstu í Bíbliuni og hvussu tað kann praktiserast í okkara tíð.

Í Bíbliuni lesa vit fleiri staðni um føstu. Jesus var t.d. 40 dagar í oyðimørkini, har hann fastaði. Og tað er til minnis um hesa føstuna at luterska kirkjan og aðrar kirkjur kring heimin hava føstuna sum part av sínum kirkjuári. Hetta er tíðin frá føstulávint fram til páskir, har pínslusøga Jesus fær serligt fokus.

Vit skulu hyggja sindur nærri at føstunum, sum vit síggja í Bíbliuni. Tað eru minst 7 orsøkir í Bíbliuni til at fasta.


  1. Fyri at uppliva Guds kraft í tænastuni. (Matt 17,21)

  2. Fyri uppfylling av Guds lyftum fyri eitt ávíst stað. (Neh 1,4; 9,1 og Áps. 10,1-4,44-45)

  3. Fyri at steðga ella forða eini vanlukku. (Jóel 1,2-18; 2,12-17 og Jóh 3,3-9)

  4. Fyri profetiska opinbering um endatíðina. (Dán 9,3;21-23 og Jer 23,18-20)

  5. Fyri verju (Ezra 8,21-23, Ester 4,16; 3,13; 4,7; 4,16 og 9,1)

  6. Fyri at fáa kós (Áps 13,1-2; 14,21 og 23)

  7. Fyri at vaksa í nærleika við Jesus “brúðgommsfasta” (Matt 9,14-15 og Jes 62,4-5)


Í ár vilja vit eggja tær til at leggja dent á punkt 7.

Í Bíbliuni eru eisini ymisk sløg av føstu. Hesar eru lýstar summar sum ætlaðar og aðrar óviljaðar. Dávid kláraði t.d. ikki at eta, tá ið sonur hansara doyði. 

Viðhvørt vóru hesar føstur almennar og enntá regluligar, tvs. afturvendandi.

Praktiskt kunnu føsturnar lýsast soleiðis:

Vanlig føsta, har man heldur seg frá mati og drekka og bert drekkur vatn.

Flótandi føsta: ongan mat, men bara drekka vatn og kaloriufátækar drykkir.

Partvís føsta: halda seg frá vælsmakkandi mati og bara eta grønmeti og nøtur. Hetta er Dánjals føstan. Hendan føstan er ofta populer í dagsins samfelag, tí hon kann hava heilsuligar ágóðar. Men legg til merkis, hvussu Bíblian lýsir, at Dánjal og hinir gingu ikki aftur, hóast teir fastu. Tað er tað fantastiska í søguni um Dánjals føstuna.

Benadikt føsta: Er at tú velur bert at eta eina máltíð um dagin.

Full føsta: hvørki mat ella drekka í maks trý døgn. Hetta er tað Ester gjørdi og kann vera sera farligt, og tí eggja vit ongantíð til hetta slagi av føstu.

Tað er upp til tín, hvussu tú velur at fasta. Og tú kanst eisini velja at saman tvinna fleiri mátar yvir tíðsrskeiðið. Ein háttur kann vera flótandi føstu í vikuskiftinum, tá ið ikki skalt arbeiða og so partvís føstu restina av vikuni. Ella byrja við trïggja dagar flótandi føstu og so spakuliga leggja grønmeti, suppu afturat kostinum. Ella eina føstu frá kjøti, sukri og alkohol í 14 dagar. Tað kann eisini vera skilagott at fasta frá øðrum tingun sum fylla: shopping, sosialir miðlar, seriur, útvarp ella annað.

Men sum áðurnevnt, vel at fasta frá onkrum sum kostar, men sum ikki tekur so nógv fokus, at tú ikki biður. Tí føstan er ikki fyri at hungra okkum, men fyri at biðja! :)

Í samband við føstu kunnu standast stutttíðar hjáárin:

  • Størri tørvur á svøvni ell torført við at sovna.

  • Broyting í stoffskiftinum

  • Mentalur veikleiki

  • Kenslulig strongd

  • Óeffektivitetur

  • Sosialt trýst og trupulleikar í relatiónum

  • Andalig álop

 

Tí er umráðandi at hava rætt fokus. Hví fasti eg? Tað er ikki fyri at hungra meg sjálvan, ikki fyri at pínu meg ella uppnáa nakra viðurkenning, men fyri at yvirgeva meg í mínum veikleika til Gud.

Jes 58 lýsir væl, hvussu tað ikki er nakað endamál, at tað gongur útyvir øll onnur, at man fastar. Og at tað handlar ikki um matin men at gera vilja Guds.

Eftir eina føstu og møguliga eisini í føstuni koma vanliga eisini nakrar positivar fylgjur bæði fysiskt og andaliga. Blósukrið lækkar, sjónin styrknar. Tú verður loystur frá tingum, sum hava bundið teg osfr.

public.png