Einsemið og felagskapurin

“Let him who cannot be alone beware of community. ...But the reverse is also true: let him who is not in community beware of being alone.” - Dietrich Bonhoeffer

“Hann sum ikki klárar at vera einsamallur, skal ansa eftir felagskapinum. Men tað øvugta er eisini satt: hann, sum ikki er partur av einum felagskapi skal ansa eftir at vera einsamallur.” - Dietrich Bonhoeffer

Tað, sum Bonhoeffer roynir at siga við hesum rámandi sitatinum er, at um vit ikki javnan eru í einsemi og móttaka Guds treytaleysa kærleika sum keldu til okkara samleika, kall og sum okkara tilhaldsstað, so kunnu vit gerast ein hóttan móti felgaskapunum. Tí vit koma at leita hjá menniskjum eftir tí, sum bara Gud kann geva okkum.

Eftir at orðið um rættina og ullina hevur ljóðað í samkomuni og nú eisini liggur sum bloggur, og hetta fellur saman við, at vit nú ikki kunnu koma saman sum samkoma, so er tað nokkso greitt, at tað er hetta orðið vit skulu fokusera upp á til vit møtast aftur.

Orðið hevur nógv løg, er djúpt og avbjóðandi. Men tað skal eisini lesast sum ein innbjóðing frá Gudi til tín, at hann vil taka sær av tær. Hann vil vísa tær sín treytaleysa kærleika, geva tær tryggleika og støðufesti. Hann er veruliga hin góði hirðin, sum vil taka sær av tær! Les orðið her.

Tí koma vit ikki at hava nógv online virksemi til vit koma at møtast aftur, men vit koma at eggja tær til at søkja Gud í einsemi. Kanska einsemi og kvirru. 

Lat Gud vera tann, sum tú møtist við. Tú kanst gera hetta á ymsan hátt. Her er eitt dømi, men tú kanst sjálvandi tillaga tað:

Far upp áðrenn hini í húsarhaldinum. Lat vera við at hyggja at telefonini ella tendra útvarpið. Set teg heldur væl fyri í einum stóli. Set eina tíð av t.d. 5 ella 10 min. Anda djúpt nakrar ferðir. Syng so ein sang ella bið eina stutta bøn. Og ver kvirrur. Lurta. Lat Gud møta tær!

Tað handlar ikki um effektivitet, men um nærveru. Ver tøk ella tøkur hjá Gudi at koma á tal við. Hann er allatsaðni nærverandi. Um tankarnir reika allastaðni, so legg tey tingini, sum fylla fram fyri Gud og ver kvirrur aftur. 

Tú kanst hava eitt pappír og ein penn tætt hjá tær, soleiðis at um tú upplivir, at nógvir tankar koma til tín, so kanst tú skriva teir niður og lesa teir seinni.

Tá ið tú nærkast tíðini, sum tú setti av, bið so aftur og lat vera við at eftirmeta, hvussu hetta var. Tí tað handlar ikki um effektivitet, men um at tú ert saman við tínum skapara, hinum livandi Gudi.

Latið okkum venja hetta einsemi saman við Gudi til vit koma saman aftur sum samkoma og longur enn tað!

Tí sum Dietrich Bohoefffer eisini segði: “Each by itself (solitude and community) has profound pitfalls and perils.” (Hvør sær hava hesi <einsemi og samfelag> víðfevndar vandar og snerrur.) Hesi hoyra saman! Og nú er tíðin til einsemi og tíð í einingi saman við Gudi. Skjótt er aftur tíð til at savnast.

Saman við Gudi nú - Saman við Gudi og hvør øðrum seinni.

IMG_9392.jpeg