Øðrvísi sunnudagur 8

“Tað var ein tíð áðrenn Korona, og tað verður eisini ein tíð aftaná Korona,” segði Bárður á Steig Nielsen. Meðan vit enn eru í avmarkingunum, latið okkum so halda fast við orðið, bønirnar og breyðbrótingina. Eins og vit eisini fara at gera tað í næsta parti av tilráðingunum. Njótið dagin heima! Í næstu viku fer at bera til at møtast.

Lesið: sálm 46.

Biðið: Í dag er gott at seta tíð av at takka. Nógv minnast helst søguna um teir tveir einglarnar, sum flugu upp til Guds. Annar við bønum og hin við tøkkum. Og hvussu tann, sum fleyg bønarkurvina altíð hevði nokk at gera, men tað var meir tunnligt hjá einglinum, ið bar tøkkirnar. Latið okkum takka! :) 

Syngið: Steven Curtis Chapman og fleiri hava ein nýggjan sang:

Brótið breyðið

Brótið breyðið heima. Hetta er hin sterka myndin, sum vit hava av, at Jesus hevur vunnið okkum frælsi. Hann sum ikki spardi seg sjálvan! Hendan gerðin kunnger deyða hansara.

Fyribils verður hendan gerðin ikki partur av møtunum, og tí er hetta ein góður partur at halda fast við heima.

Sunnudagin 10. mai verður møti aftur á Soli Deo Gloria, meir verður kunnað um hetta í vikuni. Vit gleða okkum!

-Hallgerð og Hendrik-