Kenna tit til tað?

Kenna tit til at hugsa nógvar dagar fram? At hugsa, hvussu verður í morgin? Hvussu verður í summar, aftaná summarferiuna, hvussu fer hetta at ávirka búskapin og alt tað?

Eg veit so væl, hvat tað er. Eg havi lindi til altíð at hugsa frameftir. Eg leggi ikki so nógv í fortíðina, men havi trupult við at vera í nú-inum.

Tað kom knappliga til mín í gjár, hvussu nógv Bíblian tosar um í dag.

“Tí er tað eins og heilagi andin sigur: «Í dag, um tit hoyra rødd hansara,”
‭‭Hebr‬ ‭3,7

“Hetta er dagurin, ið Harrin hevur gjørt, lat okkum fegnast og gleðast á honum!”
‭‭Sálm‬ ‭118,24‬

“Fyri at tú skalt á Harranum hava álit títt, læri eg teg í dag, júst teg.”
‭‭Orðt‬ ‭22,19‬

Vit kunnu ikki gera nógv meir enn tæna Gudi í dag og vera til staðar í dag. Beint nú ber illa til at leggja ætlanir fram eftir og vit kunnu ikki vera so upptikin av tí, sum er hent, men í dag er Í DAG.

Tey siga, at harðasta punktið í eini maraton renning er, um tú sært málið, men tað enn er langt burtur.

Kanska tann myndin kann nýtast í hesum føri. Vit vita, at málið er har onkrastaðni, men vit vita ikki eingongd, hvussu langt burtur tað er. So tað besta vit kunnu gera nú er at vera til staðar nú!

“Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin; tí at morgindagurin man stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í síni plágu.”
‭‭Matt‬ ‭6,34‬

So um tú hevur lætt við at lata tankarnar fara avstað við tær, um orkan ofta fer til stúranir um framtíð, hvat við bara at steðga við í dag. Vera nærverandi í tí, sum tú gert í dag. Um tað er at arbeiða heima, passa børn, røkta títt vanliga arbeiði ella okkurt heilt annað. Jesus er við tær og hjá tær, har sum tú ert - eisini í nú-inum.

-Hallgerð Akurstein