Páskadagur - øðrvísi sunnudagur 5

Páskadagur er á veg, og allíkavæl so kenna vit hann ikki aftur. Men av tí at vit eru heima og ikki fara út millum fólk, so líkast hesar páskirnar kanska best fyrstu páskunum, har jødarnir og seinni eisini lærusveinarnir goymdu seg handan læstar dyr.

Men páskadagur ber somu, stóru, frígerandi tíðindi enn sum áður! Jesus livir! Hann er upprisin! Og hann hevur alt vald á himli og jørð!

Her eru nøkur uppskot til, hvat tit sum familja kunnu gera fyri at halda páskadag heima.

  • Páskaregg: hava tit páskaregg? Tá ið tit skulu seta tykkum at eta tey, havið so páskaboðskapin í huga. Í tí tit opna eggið kunnu tit tosa um steinin, sum fór frá grøvini. Tit kunnu tosa um, at Jesus ikki longur er inni í grøvini, men at hann er risin upp. Vit syngja ofta: á Golgata høvd var ein krossur hesar dagarnar. Tit kunnu eisini tosa um, hvat páskapyntið ímyndar: egg=lív, høsnarungar=nýtt lív.

  • Syngið: um tað er nakar dagur tað er vert at dansa og syngja og prísa Gudi, so er tað páskadag! Tendrið ein góðan sang og dansið so :)

  • Biðja: Tá ið man gongur er tað eins og tankarnir fáa luft og man hugsar klárt. Hvat við at brúka hesar frídagarnar til at fara ein túr saman við einum góðum vini. Ein túr har tit ganga og biðja. Biðja fyri bygdini ella býnum, har tit búgva, biðja fyri familjuni, samkomuni og landinum.

  • Lesið: Jóh 20,1-18. Kenna tit til, at man lesur, men so veit man ikki hvat meir? Eg fari eggja tær til at royna ein hátt at lesa skriftina, sum eitur Lectio Divina. Her er ein einkul vegleiðing, hvussu tit kunnu nýta hendan mátan at lesa og grunda yvir Guds orð og biðja heima. Tú kanst gera hetta sjálvur, men tit kunnu eisini gera hetta saman. Tá er kanska neyðugt, at øll hava lisið vegleiðingina einaferð áðrenn, og at ein leiðir tykkum ígjøgnum.

  • Fyrst og fremst er umráðandi, at tað er friðaligt, at øll sita væl og slappa av, so fara tit gjøgnum punktini:

  • 1. Lesið Guds orð: Jóh 20,19-23 seint og latið tað vera kvirt eina løtu,

  • 2. Grundið: lesið so brotið innantannað nakrar ferðir, meðan tit hugsa um eitt orð, eina orðing ella setning, sum tit festu tykkum við. Tit kunnu velja at lata øll siga teirra orð/orðing. Men so skal aftur vera friður.

  • 3. Bøn: Nú hevur Gud talað við teg. Tá ið tú hugsar um títt orð/orðing/setning. Hvat vilt tú so siga við hann sum aftursvar til hetta?

  • 4. Djúphugsni: Tá ið tit hava biðið, kunnu tit hava tað kvirt og bara fokusera upp á Guds. Guds góðsku, trúfesti, náði, hátign og vald. Her eru orð ikki neyðug, tit kunnu bara vera.

  • 5. Gerð: Spyr nú Gud um hansara vilja. Bið heilaga andan vegleiða teg, hvat tú skalt gera. Tað kann vera ein ávís gerð, men tað kann eisini vera, at hann bara vil hava teg at vera.

Oasan sendir ungómsmøti leygarkvøldið kl.21, og møti páskadag kl.11.

Gleðiligar páskir!

-Hallgerð Akurstein