Øðrvísi sunnudagur 3

Heimið er brádliga komið í miðdepilin aftur. Vit, sum fyri einum mánaða síðan hugsaðu og ynsktu, at vit brúktu meir tíð heima. Nú gera vit alt heima. Vit arbeiða heima, ganga í skúla heima, hvíla heima, eta heima, venja heima, eru til konsertir og annað undirhald heima, og nú eru vit eisini kirkja heima.

Tá ið Jesus gekk á jørðini so hoyra vit um, at hann var í samkomuhúsunum, sýnagogunum. Hann vitjaði templið, men tey bestu møtini, tey vóru heima. Tey vóru inni hjá meira og minni vanligum fólkum. Hjá systkjunum Mariu, Martu og Lásarus, heima hjá Pæturi, heima hjá Sakkeusi.

Tí vilja vit leggja dent á, at hendan tíðin eisini verður brúkt til, at tit eru saman um Jesus heima.

Vit leggja her nøkur uppskot, hvussu tú kanst feira sunnudagin við SDG-heima.

  • Lesið Hebrearabrævið 4. Um tit hava smá børn, so kann hetta vera teksturin til tey vaksnu aftur við morgunkaffinum. Børnini kundu t.d. hoyrt um Jesus í templinum ella eina aðra søgu.

  • Biðið bønir til Gud. Tit kunnu t.d. biðja hesa bønina, sum Jóhan Petur Johannesen legði út herfyri.

Góði Gud!

Halt tíni hond yvir land og fólk.

Vit biðja fyrst av øllum fyri okkara myndugleikum, gev teimum vísdóm í tí støðu vit eru í.

Ver hjá øllum, ið óttast, fyll tey við tínum friði.

Ver hjá øllum, ið starvast innan heilsuverkið, gev teimum vísdóm, og tá tey kenna møði, skal tú geva teimum orku, og verða teirra vernd ímót sótt og sjúkum.

Vit biðja fyri teimum, ið starvast í matvøruhandlum, vit takka fyri, at vit kunnu keypa dagligt breyð. Halt tína verndar hond yvir tey øll, so at tey ikki verða smittað

Vit biðja fyri teimum, ið stúra fyri teimum fíggjarligu avleiðingum, lat tín frið fylla tey.

Vit biðja um fyrigeving, at vit so lætt hava við at gloyma teg og okkara næsta, fyll okkum við tínum kærleika, so at vit elska og æra teg Gud, og vit elska okkara næsta sum okkum sjálv.

Vit takka tær Gud fyri teimum, ið undan okkum fóru, og sum høvdu teg sum teirra álit.

Í Jesu navni sigi eg

tær tøkk, Guð faðir mín,

at tú av náði leiddi meg

á rætta leið til tín.

Og tøkk, at tú meg hevur vart

frá váða og frá neyð;

tøkk fyri himmalljósið bjart,

tøkk fyri dagligt breyð.

Amen

  • Syngið sangir, lovsangir. Hátíðarhaldið at Jesus sigraði á tí ónda og tí er almáttugur. Um tit mangla íblástur, so er hesin eitt hugskot. https://youtu.be/KwX1f2gYKZ4

  • Brótið breyðið saman. Lesið um Ísraelsfólk, sum smurdu blóðið á durastavin í 2. Mós. 12,21-28. Og hugsi um hvussu Jesu blóð er hin nýggi sáttmálin fyri okkum.

Sum nevnt fyrr, so kunnu tit tillaga tað, so tað hóskar til tykkum. Fleiri hugskot eru í bloggunum: Øðrvísi sunnudagur, SDG-heima og Øðrvísi sunnudaagur 2.

Eg las í vikuni ein facebook post hjá Anne-Catherine Riebnitzsky sum hevur verið útsend í danska herinum fleiri ferðir. Hon hevur millum annað verið í krígsherjaða Helmand landslutinum í Afganistan. Og hon greiðir frá, hvussu hon lærdi nakrar vanar fyri at yvirliva. Sera áhugavert, og teir kunnu lesast her. https://www.facebook.com/100003382448153/posts/2601073800015343/

Eitt av ráðunum til okkum, sum hesar dagar uppliva sóttarhald, fjarstøðu og fyri summi eina kreppu, var at hava ein veitsludag. Allir dagar kunnu lættliga gerast eins í eini slíkari støðu, tá ið tað eru so nógvar avmarkingum, so hon mælir til at ein dagur um vikuna verður veitsludagur.

Sunnudagur er longu veitsludagur. Sunnudagurin er dagurin Jesus reis frá deyðum. Og tað er vert at hátíðarhalda. Dagurin tá ið Jesus vísti fram alt, sum hann hevði sigrað á. Tí fara vit júst sum undanfarnu vikunar at heita á teg um at, sjálvt um vit ikki kunnu savnast á møti, sjálvt um allar kirkjur og samkomur eru stongdar, so lat tað merkjast heima hjá tykkum, at hetta er ein veitsludagur til minnis um Jesus og tann sigur, sum hann vann. Ein veitsludagur tí hann vitjar heima hjá tykkum.

- Hallgerð Akurstein