Gud er ikki ein passivur pápi

Tá ið vit hoyra Guds orð, lesa í Bíbliuni og annars grunda yvir Jesus og hansara lív, so kemur fyri, at vit uppliva sviðan av, at vit ikki megna hendan standardin, sum hann setir við sínum lívi og orðum. Vit kenna sorgina og pínuna av, at vit ikki megna at liva, so sum vit ynskja og vórðu ætlað, men allarmest, at vit ikki klára at liva so, at tað gleðir kongin Jesus.

Tað eru serliga tvey brot úr Nýggja testamenti, sum tala inn í hesa støðuna. Hitt fyrra er, tá ið Jesus hevur lænt eitt høli, har hann og lærusveinarnir skulu eta páskalambið, og eingin er at vaska teimum. Tá fer Jesus runt og vaskar lærusveinunum føturnar. Tað skitnasta arbeiðið, sum var. Hann tekur ta uppgávuna á seg, sum teir innanhýsis ikki kláraðu at loysa. Soleiðis hevur Jesus eisini gjørt við okkum. Hann tók sær av syndini, sum dálkar okkum menniskju, so vit kunnu verða reinsað og fríað frá henni við at viðurkenna hana fyri Jesusi og lata hann “vaska” okkum rein.

Brotið um fótatváttin kann lesast í Jóh 13.

Hitt brotið er í Hebr. 12,7-13, og tað er her endurgivið úr Nýggja Sáttmálanum.

“Latið Gud uppala tykkum, tí hann fer við tykkum sum við børnum sínum. Og kenna tit nakran pápa, sum ikki elur børn síni upp? Verða tit ikki ald upp sum øll onnur, tá eru tit ikki børn hansara. Pápar okkara hava alt okkum upp, og vit virdu teir; skuldu vit tá ikki nógv meira vera Gudi lýðin, okkara himmalska pápa? Pápar okkara aldu okkum upp eina stutta tíð, eftir sum hóskandi var, men Gud elur okkum upp, fyri at vit skulu fáa lut í heilagleika hansara. Eingin er fegin um at fáa eina átalu. Vit verða illa við, men aftaná gevur hon teimum, sum tóku við henni, frið í hjartað.”

Gud er ein fullkomin faðir, hann er virkin í okkara lívi, og tí er tað av hansara umsorgan, at hann átalar okkum ígjøgnum sítt orð. Tað er fyri at vit kunnu búnast og fáa frið. Tá ið vit uppliva uppaling gjøgnum orðið, so er tað tí, at vit eru børn: synir og døtur Guds. Tað er ikki ein straffur, men tað er ein átala, so at vit kunnu taka eftir henni og harvið finna frið fyri okkarah jørtu og liva eitt lív, sum í enn størri mun er gagnligt fyri okkum og ærir Jesus, kong konganna.