Føstu-andakt 23. februar - Theodor A. Olsen

Luk 8:24: Teir fóru tá og vaktu hann og søgdu: “Meistari, meistari, vit ganga burtur!” Men hann reistist og hótti at vindinum og aldubrotunum; og tad slætnadi og vard blikalogn.

Ein partur av lærusveinunum hjá Jesusi vóru sjómenn, og teir vistu, at í hesum storminum var vandi á ferd, og teir vóru óttafullir, og teir vaktu Jesus.

Tá Jesus hevdi stilla stormin, spyr hann teir, “Hví eru tit ræddir, hvar er trúgv tykkara?”
Vid ødrum ordum, “Tit hava onki at óttast, eg eri her.”
Lívid kann av og á tykjast tungt, og tad er stormur, ja entá ódn, og blgjurnar bróta høgt, og alt tykjist at ganga okkum ímóti.
Tá er tad at Jesus sigur, “Óttast ikki, eg eri vid tær, eg sleppi tær ikki og eg fari aldri frá tær.

Og tá vit til tídir kenna okkum eina, og sleptan uppá fjall, so er tad at Jesus sigur.
“Eg skal nok takad mær av tær. Eg eri altíd hjá tær. Eg kenni tína stødu. Eg merki hana á mín egna kropp. Eg eri her fyri júst teg, og eg skal leiga teg ígjøgnum allar stormarnar í lívid tínum.”

Jesus signi dagin.

https://www.youtube.com/watch?v=rjiiF83q7G0&feature=youtu.be&fbclid=IwAR2tvNFRhkXbcIISFNgNC4DXO3wb7yTsWwVpgvYkx4dSpLl5Yhs-v3EBcSg