So nærkast fjórði sunnudagur, har vit ikki kunnu samlast í Guds húsum kring landið. Men Jesus er millum okkum, har vit savnast. So vit eggja tykkum, at gera tykkara heim til eitt Guds hús.
“Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum, og hann við mær.” Jóh 3:20
Jesus stendur við dyrnar, hann vil fegin vera saman við okkum. Hann ynskir samfelag við okkum. Eg fari at eggja tær til at opna dyrnar fyri honum. Kanska tú hevur tørv á opna fysisku dyrnar, kanska úthurðina, fyri at gera teg sjálvan og títt likam tilvitaðan um, hvat tað er, ið tú innast inni ynskir.
Seinasta sunnudag tendraðu vit eitt ljós mitt á borðinum, meðan vit høvdu SDG-heima fyri at minna okkum á, at tá ið vit savnast um borðið at lesa úr Bíbliuni og biðja, so er Jesus har. Tað kann vera ein góð áminning.
Tað kann vera, at tað tykist avbjóðandi, at vera prestur í egnum húsi, men eg vil uppmuntra teg at gera tað. Tað er onki betur, tú kanst geva húsfólkinum enn samfelagið við Jesus.
Her koma nøkur uppskot til, hvussu tú kanst halda Pálmasunnudag:
Lesið: Jóh 12,1-19. Tosið um, hvar tit ímynda tykkum, at tit høvdu verið, um tit búðu í Bethania ella Jerusalem, tá ið hetta fór fram.
Syngið: Fólkið sang Hosianna sangir. Syngið lovsangir saman, latið húsfólkini velja hvør sín sang, sum tit antin syngja ella lurta eftir upp á skift.
Biðið: Vit trúgva, at hendan tíðin ger, at menniskju hugsa um skparan, tí eggja vit tykkum at biðja fyri okkara landi, tykkara heimbygd og eisini tykkara familju og húsfólki, um at tey taka móti Jesusi. Biðið samsvarandi Sálmi 24,9-10, at hvørt hjarta, hvør familja, hvør bygd og hvør býur má vera opin, so Jesus Kongur Konganna kann koma inn.
Brótið breyðið saman. Takkið Gud fyri hansara deyða og uppreisn. Takkið fyri hansara fullkomna offur og eisini hansara gávu til okkara, breyðbrótinga.
Tit kunnu lurta eftir hesum sanginum meðan:
Keldan sendir møti Pálmasunnudag kl.12
Í ár er páskastevnan í Oasuni online. Skírisdag, Langa fríggjadag og Páskadag verður møti kl.11. Og leygardagin kl.21 er ungdómsmøti. Møtið skírisdag er tikið upp í Soli Deo Gloria, og Hallgerð Akurstein talar.
- Hallgerð Akurstein

